Innanlands

Føroyingar eta oftari kjøt enn fisk

Ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at føroyingar eta oftari kjøt enn fisk, og at tað serliga eru tey yngru, sum eta kjøt sum heitan mat fleiri ferðir um vikuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-14 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

77 prosent av føroyingum eta annaðhvørt neyta- oksa- ella grísakjøt sum heitan mat dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Tað vísir ein kanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, tá 3.000 føroyingar svaraðu spurnablaðnum "Hvussu hevur tú tað?" Tá varð m.a. spurt inn til matvanarnar hjá fólki.

Les eisini: 93 prosent av føroyingum meta seg hava góða heilsu

61 prosent av teimum spurdu søgdu seg eta fisk dagliga til 1-2 ferðir um vikuna, og bert 51,8 prosent søgdu seg eta flogfenað (høsnarunga, kalkun, dunnu o.s.fr.) dagliga til 1-2 ferðir um vikuna. 43,4 prosent av teimum spurdu søgdu seg eta heitt lambskjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Tað, sum føroyingar søgdu seg eta minst av, var grønmetis- og vegetarrættir. Bert 27,9 prosent av teimum spurdu søgdu seg eta hetta dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Yngri føroyingar eta oftast kjøt

Tølini hjá Fólkaheilsuráðnum vísa eisini, at tað eru føroyingar yngri enn 45 ár, sum oftast eta kjøt sum heitan mat, meðan tað eru tey í aldursbólkinum 60 ár og eldri, sum eta minst av hesum.

Tað eru eisini tey í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum, sum oftast eta kjøt sum heitan mat. Av teimum søgdu 80 prosent seg eta heitt kjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Tað er í Sandoynni og Suðuroynni, at fólk í minstan mun eta neyta- oksa- og grísakjøt. Har eru tað 61 prosent, sum eta hetta dagliga ella 1-2 ferðir um vikuna.

Fólk í høvuðsstaðnum eta minst av seyðakjøti

Tá tað kemur til lambskjøt og seyðakjøt, er ikki stórur munur á, hvussu nógv teir ymisku aldursbólkarnir eta av hesum, men tó er munur á, tá mann hyggur at, hvar í Føroyum fólk búgva.

Av teimum, sum búgva í Sandoynni og Suðuroynni, søgdu 57 prosent, at tey eta seyðakjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna, meðan hetta bert var galdandi fyri 37 prosent av teimum í høvuðsstaðnum.

Meira frá kanningini sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder