Mentan

Føroya Symfoniorkestur várkonsert í Norðurlandahúsinum og í Varpinum

Eftir eina framúrskarandi nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at seta sjóneykuna á ungar føroyskar tónleikarar

Aksel Remmel

Aksel Remmel

2026-03-10 19:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri framførir Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov.

Konsertirnar eru Norðurlandahúsinum og í Varpinum ávikavist 14. og 15. mars.

Harumframt framførir symfoniorkestrið verkið ”let me cry” eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. Eli hevur seinastu árini vunnið sær sæti á altjóða tónleikapallinum.

Undanprát
Stutt undanprát verður klokkan 18.50 og klokkan 19:30 byrjar sjálv konsertin.

Her fara dirigentur og tónaskald at tosa um verkini. Og hvør veit, kanska verður eisini onkur skemtisøga á skrá.

Altjóða gjøgnumbrot
Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, pianistur og elektroniskur tónleikari. Hann hevur masterútbúgving í tónasmíði frá New York University og hevur samstarvað við m.a. BBC Scottish Symphony Orchestra og Helsingborgs Symfoniorkester.

Orkesturverkið let me cry var frumframført á Nordic Music Days í Skotlandi í 2024 og var eitt týdningarmikið gjøgnumbrot. Síðani hava fleiri evropeisk orkestur sett verkið á skránna.

Aksel Remmel
Aksel Remmel tók í 2025 masterútbúgving á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn hjá professor Jens Elvekjær. Hann vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar og hevur áður framført við Føroya Symfoniorkestri.

Á várkonsertini spælir Aksel fyri fyrstu ferð eina heila klaverkonsert við orkestri. Klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov er eitt av kendastu, og mest virtuosu klaververkum.

Tjajkovskijs 4. symfoni
Á skránni er eisini 4. symfoni eftir Tjajkovskij. Verkið er skrivað í árunum 1877–1878. Verkið snýr seg um lagnu – fatum – og speglar persónliga kreppu hjá tónaskaldinum í einum sterkum dramatiskum tónalagi. Í dag verður symfoniin roknað sum hin týdningarmiklasta eftir Tjajkovskij og verður framførd kring allan heim.

Dirigentur við altjóða royndum
Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar orkestrinum. Catherine er fødd í Manchester og býr í Berlin. Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin valdi hon í 2012 at fylgja dirigentdreyminum. Hon hevur m.a. stjórnað orkestrum sum London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales og Berliner Radiosymfoniorkestri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder