Innanlands

Formansskapurin í Fólkatinginum og Løgtinginum vitjaði á Tvøroyri

Frá kommununnar síðu varð dentur lagdur á at vísa, hvussu søga, mentan, vinna og framtíðarmøguleikar hanga saman á Tvøroyri

Felagsmynd (Mynd: tvk.fo)

Felagsmynd (Mynd: tvk.fo)

2026-06-09 17:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin vitjaði formansskapurin í Fólkatinginum og formansskapurin í Løgtinginum á Tvøroyri.

Tvøroyra kommuna var vertur og skrivar, at vitjanin var eitt gott høvi at vísa fram kommununa, vinnulívið, mentanarligu karmarnar og tey støð, sum hava havt stóran týdning fyri søguna og menningina á Tvøroyri.

Millum annað fingu gestirnir høvi at síggja eitt av týdningarmestu mentanar- og savningarstøðunum í Suðuroynni: SALT á Drelnesi. Í SALT var kommunan eisini vertur fyri einum døgurða.

Farið var millum annað eisini út á fjørðin - og vitjað kring økið har:

- Eisini varð siglt um fjørðin við Thorshavn, har høvi var at síggja Tvøroyri frá sjónum og fáa innlit í týdningin, sum fjørðurin, havnin og vinnan hava fyri kommununa. Í sambandi við vitjanina varð eisini vitjað á Varðanum Pelagic, í Tvøroyrar kirkju, í gomlu Krambúðini og í pakkhúsinum á havnalagnum.

[object Object]
Farið varð eisini út á fjørðin (Mynd: tvk.fo)

Frá kommununnar síðu varð dentur lagdur á at vísa, hvussu søga, mentan, vinna og framtíðarmøguleikar hanga saman á Tvøroyri. Býurin hevur í mong ár verið eitt týdningarmikið vinnu- og mentanarsentur í Føroyum, og vitjanin gav eitt gott høvi at greiða frá teimum møguleikum og avbjóðingum, sum kommunan og Suðuroyggin nú standa yvirfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder