2025-03-07 21:37

1,4 millión var upp á spæl í Gekkinum í kvøld, og Turið Nattestad í Havn gjørdi ikki mætari enn at fara avstað við øllum.
Í fyrsta snari lendi hon á 30.000 krónum, sum hendan mánaðin gav henni 120.000 krónur. Men hon valdi at royna eydnuna enn einaferð, og rætt gjørdi hon.
Tí tá gav úrslit, og hon á gula leypinum, sum tryggjaði henni 1,4 millión krónur. Ikki so galið eitt fríggjakvøld í mars.
Gekkurin er aftur næsta fríggjakvøld, men tá er ikki serliga freistandi at spæla. Tá verður Gekkurin bara 100.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald