Innanlands

Fór á rull og rendi á hús

Ein bileigari í Runavík hevði ikki tryggjað bilin nóg væl í gjár og kann nú vænta sær eina bót

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-14 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið í gjár var eitt heldur óvanligt óhapp í Runavík.

Talan var um ein bilførara, sum hevði parkerað bilin men, eftir øllum at døma, ikki trekt hondbremsuna. Bilurin fór tí á rull og endaði við at koyra inn í eini hús hinumegin vegin.

Fasadan á húsinum fekk nakað av skaða, men eingin fólkaskaði stóðst tó av hesum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Eigarin av bilinum fær eina bót fyri ikki at hava tryggjað bilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder