
Bólkurin Kalas er heitasta navnið í løtuni innan føroyskan fólkatónleik. Bólkurin er mannaður við fýra óvanliga gávaðum ungum kvinnum, sum – umframt at eksellera innan klassiskan tónleik – eisini spæla fólkatónleik á sera høgum støði.
Tær fýra barndómsvinkonurnar Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordeon), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass) eru kendar og virknar innan klassiskan tónleik. Hóast tær eru blaðungar, hava tær longu gjørt nógv um seg í tónleikaumhvørvinum. Hvør í sínum lagið hava tær luttikið og vunnið virðislønir í kappingum sum Stella Polaris, Crescendoog Berlingske Klassiske Musikkonkurrence í Danmark. Eisini spæla tær allar í Føroyska Symfoniorkestrinum.
Tær hava allar tónlistarligt upphav í klassiska tónleikinum, men hava síðan 2017 eisini spælt fólkatónleik. Í ár lótu tær úr hondum sína fyrstu fløgu, Minnisgripir, sum hevur fingið góð ummælir og staðið seg væl. Kalas verða at hoyra í Reinsarínum á Tórsfest.
Fjølbroytt Tórsfest
Í ár verða enn fleiri pallar á Tórsfest, so tú kanst finna júst tann tónleikin, tú dámar. Sama um tú ert til teknotónleik, dansiband, singer-songwriter, blues ella fólkatónleik – á Tórsfest er okkurt til øll.
So um tær tørvar ein steðg frá stóru konsertunum í Vágsbotni, kanst tú leita tær inn í Umami, Perluna ella í Reinsaríið at njóta alskyns tónleikatilboð.
Tórsfest verður fríggjadagin 25. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald