 
                
            Í 2021 varð boðað frá, at Fólkatingið fór at heiðra 30 kvinnur, sum høvdu havt stóran týdning fyri fólkastýrið í danska ríkinum seinastu 100 árini, við einum stórum portrettmálningi, og í gjár varð málningurin avdúkaður á Christiansborg.
Millum kvinnurnar, sum eru avmyndaðar, er Marita Petersen, Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður, og fyrsta løgtingsforkvinna, sumeisini var fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í danska ríkinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/11/13/gallery-thumbnail/17314960612rns2lmi3d.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/11/13/gallery-thumbnail/1731496350rmolpv2cdm.webp)
Uttast til vinstru sæst Marita Petersen (Mynd: Fólkatingið)
Málningurin eftir listakvinnuni Mie Mørkeberg, er 3 x 5 metrar til støddar, og skal hanga í Samrøðurúminum, sum er eitt av mest vitjaðu rúmunum í Fólkatinginum.
Málningurin varð avdúkaður á hátíðarhaldi týsdagin, har nógvar av avmyndaðu kvinnunum eisini vóru til staðar, skrivar heimasíðan hjá Fólkatinginum.
Nýggi málningurin hongur yvir kenda portrettinum hjá Herman Vedel av 30 monnum, sum fyrireika grundlógarbroytingina í 1915.
Yvirlit yvir kvinnurnar á myndini sæst her:
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/11/13/gallery-thumbnail/17314961977nidhkopbs.webp)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald