Innanlands

Fólkatalið veksur framvegis – men við minni ferð

1. august vóru vit 52.816 í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-10 11:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

1.august í ár vóru 52.816 fólk skrásett at búgva í Føroyum. Hetta er 163 fólk fleiri enn 1. juli og 733 fleiri fólk enn 1. august í fjør. Fólkatalið hetta seinasta 12 mánaðaskeiðið er sostatt vaksið við 1,4 prosentum.

Tað vísa nýggjastu hagtøluni hjá Hagstovu Føroya.

Vøksturin er sostatt nakað minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði frá 2018 til 2019, tá fólkatalið vaks við 848, ella 1,7prosentum.

Munurin stendst av, at bæði burðaravlopið og nettoflytingin eru minkað. Burðaravlopið er 25 færri, serliga tí at føðitalið er minkað, og nettoflytingin er 90 færri, serliga tí at tilflytingin er minkað.

Men fólkatalið er í støðugum vøkstri, vísir Hagstovan á, nú vit á sjeynda ári eru vaksin við millum 60 og 70 hvønn mánað í miðal.

Hesir síðstu mánaðirnir hava tó verið serstakir, vísir Hagstovan á, tí nógvar umstøður eru munandi broyttar, síðani fyrstu koronutilburðirnar. Møguliga er tað hetta sum ger, at ein lítil munur er í gongdini í fólkatalinum í ár, samanborið við í fjør.

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 6-8 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og veksandi íkast til fólkavøksturin.

Hendan gongdin er tó nakað broytt síðsta árið, tí nú minka bæði tilflyting og og fráflyting. Síðsta 12-mánaðarskeiðið er tilflytingin minkað við 240 fólkum og fráflytingin við 150. Íkastið til fólkavøksturin er tí minkað nakað.   

Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað minni í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er minkað úr 695 niður í 639. Tað eru 56 børn færri. Hinvegin bøtir tað nakað um burðaravlopið, at talið av deyðum eisini er minkað við 31, so burðaravlopið hóast alt bara minkar við 25.

Tilsamans gera hesar broytingar í nettoflyting og burðaravlopi, at síðsta 12-mánaðarskeiðið vaks fólkatalið við 733, samanborið við 848 í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder