Innanlands

Fólkafundur um umhvørvi, náttúruvernd og veðurlagsbroytingar

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Ringrás skipa fyri fólkafundi í Plantasjuni leygardagin 24. august

2019-08-19 15:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Ringrás skipa leygardagin fyri fólkafundi um umhvørvi, náttúruvernd og veðurlagsbroytingar.

Veðurlagsbroytingarnar gerast alsamt sjónligari og fáa alsamt størri ávirkan á heimssamfelagið, plantur, djór og okkum menniskju. Lívfrøðiliga margfeldið er hótt, veiða av fiski og fugli er ikki altíð burðardygg, aling dálkar okkum firðirnar, føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum er enn í øking, og hvørt ár endar ein rúgva av plasti í føroysku náttúruni. Hetta eru nakrir av teimum átroðkandi umhvørvistrupulleikunum í dag.

Saman kunnu vit gera mun í mun til umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar. Men til tess krevst, at fólk verða vald, ið veruliga ynskja at taka hond um hesar umhvørvistrupulleikar.

Á fólkafundinum verður tónleikur við Rana Nolsøe, feløgini bjóða kaffi og te, men heita á fólk um at hava egnan kopp við. Røðarar verða:
Magnus Gaard, lívfrøðingur
Guðrun Zachariasen, lækni
Katrin Petersen, Veltan
Jógvan D. Hansen, heimspekingur
Hjálmar Hátún, havfrøðingur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder