Innanlands

Fólkafloksveljarar eru mest nøgdir við avrikið hjá samgonguni

Spyr.fo bað veljarar um at geva samgonguni og andstøðuni karakter. Fólkafloksveljararnir eru nógv meira nøgdir enn sambandsveljararnir og serliga miðflokkaveljararnir eru

(Savnsmynd: Bjarni Nygaard)

(Savnsmynd: Bjarni Nygaard)

2020-09-08 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samgongan fær beint omanfyri miðal í karakteri frá veljarunum, meðan andstøðan fær nakað undir miðal.

Tað vísir úrslitið av nýggjastu veljarakanningini hjá Spyr.fo, sum bað tey spurdu geva samgongu og andstøðu ummæli fyri hvussu tey hava klárað seg eftir at fyrsta árið av skeiðinum er runnið.

Onki óvanligt er í úrslitinum, sum eisini vísir at veljrarnir hjá samgonguflokkunum geva sínum flokkum heilt góðan miðalkarakter, 4,2, meðan andstøðuveljararnir ikki eru eins gávumildir, tá teirra flokkar verða karaktergivnir. Miðalummælið er 3,3.

Kanningin vísir eisini, at veljarar í Havn geva andstøðuni betri ummæli enn samgonguni, meðan veljararnir uttan fyri høvuðsstaðin eru meira gávumildir mótvegis samgonguni.

Greinin heldur fram undir talvuni

 

 

Nøgdir fólkafloksveljarar
Tá tølini frá hesi kanningini verða granskað nærri sæst til dømis, at veljararnir hjá Fólkaflokkinum eru nógv meira nøgdir við avrikið hjá samgonguni enn veljarunum hjá hinum báðum samgonguflokkunum.

Heili 91 prosent av fólkafloksveljarunum halda, at samgongan hevur klárað seg ’væl’ ella ’sera væl’ – ávikavist 52 og 39 prosent.

Hetta er væl meira enn sambands- og miðflokkaveljararnir. Hjá Sambandsflokkurin hava 83 prosent givið karakterin 4 ella 5, meðan tað hjá miðflokkaveljarunum eru ’einans’ 70 prosent.

Sjálvstýrisveljararnir eru eisini nøgdir við samgonguna, 40 prosent lata væl at og 37 prosent geva miðalkarakterin.

Í miðal fær samgongan 4,3 frá fólkafloksveljarunum, 4,1 frá sambandsveljarunum, 3,9 frá miðflokkaveljarunum og 3,3 frá sjálvstýrisveljarum, meðan hon fær 2,2 frá veljarunum hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn og 1,9 frá tjóðveldisveljarum

Hinvegin eru tað tjóðveldisveljararnir, sum eru mest ónøgdir við avrikið hjá samgonguni. 82 prosent av tjóðveldisveljarunum hava givið samgonguni 1 og 2 í karakteri, harav heili 30 prosent hava givið botnkarakterin 1.

Framsóknarveljararnir eru nakað meira ónøgdir við avrikið hjá samgonguni enn javnaðarveljararnir, vísa tølini. 69 prosent av veljarunum hjá Framsókn góvu karakterin 1 ella 2 meðan tað vóru 64 av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum.

Andstøðan fær lægri miðal
Í kanningini vórðu tey spurdu eisini biðin um at geva andstøðuni karakter, og sum vera mann, er ummælið merkt av politisku sannføringini. Men hesi tøl avdúka eisini, at veljararnir hjá andstøðuflokkunum ikki eru eins nøgdir við avrikið hjá sínum flokkum, sum samgonguveljararnir eru av sínum.

Javnaðarveljararnir geva andstøðuni miðalkarakterin 3,5 meðan tjóðveldisveljararnir geva 3,3 í miðal. Bert 49 prosent av javnaðarveljarunum halda, at andstøðan hevur klárað seg væl ella sera væl og bert 40 prosent av tjóðveldisveljarunum.

Framsóknarveljararnir eru beinleiðis ónøgdir við avrikið hjá andstøðuni. Teir geva henni undir miðal, 2,7, í karakteri. Bara 20 prosent halda at andstøðan hevur klárað seg ’væl’ og ongin hevur sagt ’sera væl’.

Enn einaferð er munur á hvar í Føroyum veljarin býr. Veljararnir í Havn geva samgonguni miðalkarakterin 2,6 og andstøðuni 3,0, meðan fólkið uttan fyri havnina gevur samgonguni 3,3 og andstøðuni 2,8.

Millum kynini er munurin ikki so stórur, tó so at menninir eru meira nøgdir við samgonguna meðan kvinnurnar geva andstøðuni betri karakter.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder