Innanlands

Fólkaflokkurin og Sjálvstýri gjørt avtalu í Klaksvík

Men enn er ógreitt hvør verður borgarstjóri. Vit hava bjóðað Fólkaflokkin borgarstjóran

Atli Justinussen skal sova upp á tað fyrst áðrenn hann tekur av borgarstjórasessinum

Atli Justinussen skal sova upp á tað fyrst áðrenn hann tekur av borgarstjórasessinum

2020-11-10 23:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin og Sjálvstýri hava í kvøld gjørd samstarvsavtalu um at skipa komandi býráðið í Klaksvík.

- Vit hava bjóða Fólkaflokkinum borgarstjórasessin, meðan vit fáa varaborgarstjóran, segði Jógvan Skorheim fyri kringvarpinum fyri løtu síðani.

Hvør verður borgarstjóri er enn óvist.

Toppskorari á fólkaflokslistanum er árnfirðingurin Atli Justinussen, men hann hevur biðið um at sleppa at sova upp á tilboðið áðrenn hann ger av um hann tekur av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder