
Sunnudagin 24. august, 50 ára føðingardagin hjá Vesturkirkjuni, bjóðar kirkjan til føðingardagskonsert, har ikki minni enn tveir av organistunum í kirkjuni, Jógvan Thomsen og Ari Hammer Joensen seta seg á bríkina og spæla eina konsert við bæði kendum orgulverkum og eina symfoni hjá Ara Hammer Joensen, skrivað serliga til høvið.
Jógvan Thomsen verður tann fyrri, og spælir hann hesi løg:
Preludium í E-mol, Nicolaus Bruhns (1665-1697)
Benedictus, Max Reger (1873-1916)
Preludium í G-dur, J. S. Bach (1685-1750)
Fuga í Es-dur, J. S. Bach
Ari Hammer Joensen:
Symfoni fyri orgul, A. H. Joensen (2004) Frumframførsla.
I. Preludium
II. Aria
III. Scherzo
IV. Adagio
V. Finala
Jógvan Thomsen (1960) er úr Nólsoy. Hann hevur verið organistur í Vesturkirkjuni síðani 1992, og hevur fyri stuttum nomið sær útbúgving innan orgulspæl á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus.
Hóast sera drúgvar royndir sum urguleikari, er hetta hansara fyrsta orgulkonsert í nógv ár.
Ari Joensen (2004) er úr Havn. Sum hann sjálvur hevur sagt, setti hann seg mestsum av forvitni á orgulbonkin at royna eitt sindur, tá hann gekk at lesa í Vesturkirkjuni. Tað var skjótt tað sást, at væl lá fyri, og nú nøkur ár seinni er hann undir lestri á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn á triðja ári.
Ari er aktivur urguleikari, tá hann er heima í ferium, og hóast sín unga aldur er hann eisini umbiðin konsertorganistur, og nú hevur hann skrivað sína fyrstu symfoni fyri orgul, Symfoni for organ, Opus 1, sum er skrivað eftir einum serligum fronskum leisti innan klassiska kompositión.
Konsertin er ókeypis og hon byrjar kl 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald