Innanlands

FMA uttan áskoðarar

Tónleikaframførslur verða bandaðar í allan dag, og sendar í beinleiðis sending sjónvarpinum klokkan 19.30

Ingi Poulsen framførdi til FMA 2019 (Mynd: Jens kr. Vang)

Ingi Poulsen framførdi til FMA 2019 (Mynd: Jens kr. Vang)

2020-03-07 14:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klokkan 19.30 í kvøld verður FMA sent beinleiðis í sjónvarpinum við øllum framførslunum, sum upprunaliga vóru ætlaðar.

Tiltakið verður tó uttan áhoyrarar.

Allan seinnapartin koma tónleikarar í Norðurlandahúsið at framføra tað, tey skuldu spæla í kvøld. Hetta verður tikið upp og síðani víst í sendingini.

- Vit eru ómetaliga takksom fyri, at tónleikararnir taka so væl ímóti loysnini, sum vit nú royna. Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, men tá tað ikki fær verið øðrvísi, so eru vit fegin um, at tey, sum hava við tiltakið at gera, eru so lagalig, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.

Sjálv sendingin verður beinleiðis í Norðurlandahúsinum, har vinnararnir verða kunngjørdir, og prát verður við ymiskar tónleikarar, umframt at framførslurnar fyrr í dag, eisini verða vístar.

Hetta verður í sjónvarpinum klokkan 19.30 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder