2024-11-22 09:31
            
        
         
                
            Mikukvøldið fór aftur at goysa norðan fyri Grindavík á Reykjanesi. Mongdin av grótbræðing, sum floymdi úr opunum minkaði nokkso skjótt, men tað hevur verið støðugt í nátt, skriva íslendskir miðlar.
Grótbræðingin floymir nú úr trimum opum, og tað kemur mest úr vestanfyri. Nú rennur eisino í munni mun norðureftir, skrivar Morgunblaðið.
Seinnapartin í gjár rakti grótbræðingin frá eldgosinum parkeringsplássið við Bláa Lónið, men verjugarðar gera, at grótbræðingin í fyrsta umfari ikki ger skaða á sjálvt Bláa Lónið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/11/22/890x590/1732263336mtno7pbbie.webp) (Mynd: Landsnet)
(Mynd: Landsnet)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald