Uttanlands

Flokkurin hjá Inger Støjberg kann stilla upp

Ein vika var nóg mikið hjá Danmarksdemokraterne at koma uppum minsta mark fyri undirskriftir, ið eru neyðugar til at stilla upp til næsta fólkatingsval

Í fjør varð hon dømd, men nú ger Støjberg politiskt comeback

Í fjør varð hon dømd, men nú ger Støjberg politiskt comeback

2022-07-01 16:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

23. juni stovnaði Inger Støjberg flokkin Danmarksdemokraterne, og í morgun - átta dagar seinni - varð kunngjørt, at hann kann stilla upp til næsta fólkatingsval, ið verður í seinasta lagi næsta summar.

Í Danmark skulu í minsta lagi 20.182 sonevndar "vælgererklæringer" - undirskriftir - koma uppá pláss, um ein nýggjur flokkur verður góðkendur.

Næsta fet hjá Støjberg er at fáa góðkenning frá Indenrigs- og Boligministeriet og ein floksbókstav.

TV2 skrivar í dag, at hetta er tað sama, sum Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne gjørdu í mars, og tað er nú so at siga heilt greitt at hesir báðir nýggju flokkarnir verða á listanum til næsta val.

Inger Støjberg hevur áður verið í Venstre, har hon var næstforkvinna síðstu árini. Eisini hevur Støjberg verið ráðharri. Hon var tó dømd í ríkisrætti - 60-daga fongsulsrevsing - fyri at hava givið ólólig boð í leiklutinum sum ráðharri og varð av fólkatingslimum skýrd at vera óegnað til at vera í fólkatinginum.

Hetta forðar tó ikki henni í at stilla uppaftur, og hesuferð verður tað við egnum flokki og eisini við limum, ið áður hava verið í Dansk Folkaparti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder