Innanlands

Flokkarnir í Danmark samdir um at lata upp á summum økjum

Frá mánadegnum kunnu fleiri fólk savnast uttandura, og fleiri í høvuðsstaðarøkinum kunnu fara í skúla aftur. Tó mugu handilsmiðstøðir, frisørar og onnur bíða, og hetta glíður ikki væl niðurum hjá størsta andstøðuflokkinum

2021-03-19 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdust stjórnin og hinir flokkarnir í Fólkatinginum samdir um, at  Danmark skal lata meira upp á nøkrum økjum mánadagin. Talan er tó ikki um nakað heilt kollveltandi.

Tað snýr seg mest um, at fleiri kunnu savnast uttandura. Í høvuðsheitinum kunnu nú tíggju savnast, ístaðin fyri fimm sum tað hevur verið í langa tíð. Tá tað kemur til ítrott og onnur frítíðarítriv, so er nú møguleiki hjá 50 fólkum at savnast - áður var tað 25. Til ber nú eisini at hava uttandura guðstænastur fyri í mesta lagi 50 fólkum. Tað er framvegis somu avmarkingar viðvíkjandi guðstænastum og øðrum innandura tiltøkum.

Alt hetta hongur saman við, at tað heilsufakliga greitt bendir á, at smittan ikki breiðir seg líka lætt uttandura sum inanndura. Tí er tað eisini framvegis so, at heilsumyndugleikarnir mæla til, at tað framvegis savnast í mesta fimm fólk innandura.

Greitt er nú eisini, at eldri skúlanæmingar í Keypmannahavn og økinum kring -  Region Hovedstaden - kunnu koma á skúlabonk aftur. 

Hóast ein semja varð funnin, fílast nógv á, at hetta er alt ov lítið. Tað eru serliga tey, sum hava smærri fyritøkur - tey sum eru í sokallaðum "liberal erhverv", ið eru ótolin. Hetta eru til dømis frisørar, men tað er eisini galdandi fyri handsilsmiðstøðir, sum síðani stutt fyri jól hava verið noydd til at havt afturlatið. Júst hetta finnist Jakob Ellemann-Jensen, formaður í størsta andstøðuflokkinum, at. Hann segði við donsku miðlarnir í gjár, at stjórnin í útgangspunktinum ikki ynskti at lata nakað meira upp fyrrenn eftir páskir. Hóast formaðurin í Venstre fegnast um, at soleiði varð ikki, so heldur hann framvegis, at tað er tíð uppá at fáa meira í gongd.

Les eisini: Danmark lægsta talið av innløgdum við koronu síðani fyrst í november


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder