Mikudagin skrivaði danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen út fólkatingsval at vera 1. november, sum í Føroyum er minningardagur teirra sjálátnu, og í gjár sendi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður tí bræv til Mette Frederiksen, har hann heitti á donsku stjórnina um at loyva føroyingum at fara á val 31. oktober í staðin.
Nú seinnapartin – klokkan 15 føroyska tíð – eru tingbólkaformenninir í flokkunum á Christiansborg innkallaðir til fund, har málið skal umrøðast.
Les eisini: Løgmaður heitt á Mette Frederiksen um at flyta valdagin
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður segði við Útvarpið í morgun, at formenninir fara at viðgera, um tað at flyta valdagin hjá føroyingum kann hava ávirkan á endaliga valúrslitið í Danmark, og koma tey til ta niðurstøðu, at tað hevur tað ikki, væntar hann, at umbønin um at hava valið 31. oktober verður gingin á møti, sigur hann.
Um so verður, at føroyingar skulu á val ein dag áðrenn danir, væntar løgmaður ikki, at føroyska valúrslitið verður hildið loyniligt, inntil úrslit er komið úr Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald