Uttanlands

Flogfeløg gevast at flúgva til Tel Aviv

Fleiri flogfeløg hava steðgað allari flúgving til ísraelska býin orsakað av ófriðinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-13 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hava fleiri flogfeløg avlýst flúgvingina til ísraelska býin Tel Aviv orsakað av ófriðinum í landinum.

Amerikansku flogfeløgini United Airlines, Delta Air Lines, og American Airlines boðaðu í gjár frá, at tey steðgaðu flúgvingina millum USA og Tel Aviv, og í dag hevur bretska flogfelagið British Airways eisini boðað frá, at felagið gevst at flúgva til býin, skrivar Ritzau.

– Trygdin hjá starvsfeløgum og kundum okkara fær altíð hægstu raðfesting, og vit fylgja støðuni, skrivar bretska flogfelagið.

Tey flogførini, sum eftir ætlan skuldu lenda í Tel Aviv í dag fara í staðin at flúgva til býin Eilat í sunnara partinum av Ísrael, upplýsa ísraelsku myndugleikarnir sambært DR.

Í Gaza verður boðað frá, at 83 persónar higartil hava latið lív. Eisini verður boðað frá, at í minsta lagi 487 eru særd. Talið á deyðum í Ísrael er sjey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder