Í kjalarvørrinum á støðuni í Miðeystri hava fleiri lond stongt loftrúmið, og fleiri flogfeløg hava eisini avlýst flogferðir til økið, skrivar Ritzau.
Norwegian hevur m.a. avlýst allar flogferðir til og úr Dubai til og við 4. mars. Tá verður mett, um møguleiki er fyri at taka flúgvingina uppaftur.
Flogfelagið KLM hevur eisini avlýst allar flogferðir millum Tel Aviv í Ísrael og niðurlendska høvuðsstaðin Amsterdam.
Lufthansa hevur eisini avlýst allar flogferðir til og úr Tel Aviv, Beirut, Oman og Teheran fram til 8. mars. Flogferðir til Sameindu Arabisku Emiratini eru avlýstar í dag og í morgin.
Flogfelagið Swiss hevur avlýst flogferðir til og úr Tel Aviv fram til 7. mars.
Tað var í morgun, at boðað varð frá, at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran, og Iran hevur síðani svarað aftur við álopum á bæði Ísrael og onnur lond í Miðeystri, har amerikanarar hava herstøðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald