Innanlands

Flogfarið við vaksinuni lent í Vágum

975 skamtar við koppingarevni móti covid-19 komu við Atlantsflogi nakað eftir klokkan 20

Flogfarið lendi í Vágum beint eftir klokkan 20 (Mynd: Bergur Joensen)

Flogfarið lendi í Vágum beint eftir klokkan 20 (Mynd: Bergur Joensen)

2020-12-29 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint eftir klokkan 20 lendi rutuflogfarið hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í Vágum. Við var ein kassi frá Statens Serums Institut við 975 skamtum av Pfizer/BioNTech-koppingarevni móti covid-19.

Hetta er fyrsta sending av vaksinum, sum kemur til Føroya, og í morgin klokkan 13 fáa tey fyrstu prikið. Tað verður á teimum trimum sjúkrahúsunum, og tilsamans vera 100 fólk sum fáa fyrstu sproytuna í morgin. Um tríggjar til fýra vikur skulu tey aftur koppsetast.

Covid-19 koppingarevni skal nú flytast til Havnar, og heilivágurin skal goymast kalt - í 70 til 80 kuldastigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder