Innanlands

Flestu veljarar eru fyri at leingja avtaluna við russar

- Men spyrt tú veljararnar hjá samgonguflokkunum, so er svarið nei – nógvir tjóðveldisveljarar tó ivandi

Akraberg og Gadus til fiskiskap í Barentshavinum (Savnsmynd: Tórik Á. Rouah)

Akraberg og Gadus til fiskiskap í Barentshavinum (Savnsmynd: Tórik Á. Rouah)

2025-08-27 17:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

46 prosent av føroysku veljarunum halda, at fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland skal leingjast.

Í veljarakanningini, ið varð gjørd mánakvøldið, spurdu vit eisini um hugburðin hjá føroyska veljaranum til Russlandssáttmálan. “Heldur tú, at fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland skal halda fram komandi ár?”, ljóðaði spurningurin.

46 prosent svaraðu “ja”, 30 prosent “nei” og 24 prosent svaraðu “veit ikki”.

Størsta “stuðulin” fær russarasáttmálan frá teimum, ið siga seg velja Fólkaflokkin. Heili 71 prosent av fólkafloksveljarunum svaraðu “ja”. Ein góður helmingur – 56 prosent – av sambandsveljarunum svaraðu “ja”.

Mótstøðan finst millum veljararnar í núverandi samgonguflokkunum. 60 prosent av veljarunum hjá Framsókn svaraðu “nei”, 57 prosent av javnaðarveljarunum og 36 prosent av tjóðveldisveljarunum.

Veljararnir hjá Tjóðveldi tykjast mest ivasamir í spurninginum. 29 prosent søgdu “ja”, 36 prossent “nei”, meðan tað eisini vóru 36 prosent, sum svaraðu “veit ikki”. Tjóðveldið hevur sostatt flest veljarar, sum ikki hava tikið støðu til fiskivinnusamstarvið við Russland.

Býtið millum samgonguveljararnar samantalt er 28 prosent “ja” og 49 prosent “nei”. Meðan tilsvarandi býtið millum andstøðuveljararnar er 64-15.

Bert havnarfólk ímóti

Ávísur munur er eisini, tá hugt verður eftir hvussu hugburðurin er í mun til bústaðin. Í Norðoyggjum, Eysturoy og Sandoy/Suðuroy er meira enn helmingurin, sum vil halda fram við samstarvinum. Í Vágum/Norðstreymoy eru eisini flest, sum vilja halda fram, men ja-atkvøðurnar náa ikki upp á 50 prosent.

Í Tórshavnar kommunu er øvugt: 37 prosent siga ja og 39 prosent nei.

Kvinnurnar og tey ungu ivast

Verður hugt eftir kyninum, so er eisini munur. Stórur meiriluti av monnunum – 67 prosent – siga ja, meðan tað hjá kvinnunum eru flest, 37 prosent, sum siga “veit ikki”, og 36 prosent, sum siga “nei”.

Tá hugt verður eftir ymsu aldursbólkunum, so er ikki so týðuligur munur at síggja. Í øllum aldursbólkum eru tað flest, sum siga "ja" - millum 42 og 50 prosent.

Tað, ið fellur í eyguni her er, at millum tey 18-29 ára gomlu eru flest, ið siga “ja” – 50 prosent, og fægst, sum siga nei – 19 prosent, ið er væl minni enn í hinum aldursbólkunum. Hetta tí at tað eisini í yngsta bólkinum eru flest, sum svara “veit ikki” – 31 prosent.

Tølini í hesi grein eru úr veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin mánakvøldið 25. august 2025. Fyri høvuðstølini er ein óvissa á 3,7 prosent, og fyri undirbólkarnar er óvissan meira enn tað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder