Mentan

Fleiri tiltøk í Meinigheitshúsinum á ólavsøku

Í kvøld verður m.a. møti við Ova Brim, og seinni verður lovsangsløta

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-28 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ólavsøkuna verður skipað fyri fleiri tiltøkum í Meinigheitshúsinum í Havn, skrivar Trúboðin.

Í kvøld, olavsøkuaftan, er møti klokkan 20 við Ova Brim. Vælumtókti bólkurin Gadders framførir eisini á møtinum.

Eftir møtið ólavsøkuaftan er opið hús í Meinigheitshúsinum, har okkurt gott verður at fáa. Seinni á kvøldinum verður lovsangsløta á skránni.

Í morgin, ólavsøkudag klokkan 20 er aftur møti. Tá talar Heri Kjærbo, og eisini koma Erla Mortensen og Heðin Askham at framføra nakrar sangir. Áðrenn farið verið aftur at ganga oman og niðan, verður borðreitt við einum góðum drekkamunni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder