Uttanlands

Fleiri statir lata uppaftur – Tiltøkini í Sydney longd

Meðan fleiri avstralskir statir nú kunnu linka koronatiltøkini, eru tiltøkini í stórbýnum Sydney longd til 28. august

Gøturnar eru tómar í Sydney (Mynd: EPA)

Gøturnar eru tómar í Sydney (Mynd: EPA)

2021-07-28 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avstralski staturin Victoria linkar nú fleiri av teimum tiltøkunum, sum vórðu sett í verk fyri at minka um smittuspjaðingina í statinum, nú landið er rakt av einum nýggjum smittútbroti. Í statinum South Australia verða tiltøkini væntandi eisini linkaði í dag.

Samstundis hevur staturin, New South Wales, har stórbýurin Sydney m.a. er, skrásett hægsta smittutalið í ár, og tí eru tiltøkini í Sydney longd til í minsta lagi 28. august sambært The Guardian.

Sydney hevur verið afturlatin í meira enn ein mánað orsakað av Delta-frábrigdinum, sum hevur spreitt seg í økinum.

Borgarar í Sydney sleppa m.a. ikki at fara heimanifrá, uttan so at tey hava alneyðug ørindi sum innkeyp av gerandisvørum, innkeyp av heilivági, ella eina tíð hjá læknanum.

Afturlatingin í Avstralia verður mett at kosta uml. 300 mió. dollarar um dagin – 1,4 mia. krónur, skrivar Ritzau.

Avstralia, sum hevur uml. 25 mió. íbúgvar, hevur annars klárað seg væl undir hesari farsóttini. Landið hevur bert skrásett uml. 33.000 smittutilburðir og 920 andlát í sambandi við smittuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder