Innanlands

Fleiri søktu inn í Føroyum

762 ung í Føroyum søktu inn á hægri lestur – 455 søktu inn á Setrið, og 307 søktu inn í Danmark – Tey, sum ikki eru sloppin inn á dreymaútbúgvingina í Danmark kunnu søkja inn, har lestrarpláss enn eru tøk

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-29 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár søktu 762 ung í Føroyum inn á hægri lestur. Tey, ið høvdu søkt inn á Setrið fingu svar fyrr í hesum mánaðinum, og tey, ið søktu inn í Danmark fingu svar í gjár, 28. juli.

Sambært Vegleiðarastovuni søktu 455 inn á Setrið, meðan 307 søktu inn í Danmark. Av teimum 455, sum søktu inn á Setrið, fingu 313 bjóðað lestrarpláss.

Vegleiðingarstovan hevur samanborið upptøkuna seinastu árini, og í ár sær út til, at miðaltalið fyri at sleppa inn generelt er lægri. Kortini er miðaltalið hækkað á onkrum útbúgvingum. Eitt nú á Psykologi í Aalborg har miðaltalið í ár er 10,1, ímóti 9,8 í fjør.

Ímeðan er miðaltalið lækkað á øðrum útbúgvingum. Eitt nú er miðaltalið fyri at lesa medicin í Keypmannahavn 10,5 í ár, ímóti 10,6 í fjør. International Business á Copenhagen Business School, ið var 11,3 í fjør, er í ár 11,1, og miðaltalið fyri at sleppa inn á Humanistisk Bacheloruddannelse í Roskilde er lækkaður úr 6,8 niður í 6,3.

Sama gongd sæst eisini á Fróðskaparsetrinum til sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærara og námsfrøðing. Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør.

Í fjør var kravda miðaltalið fyri at sleppa at lesa sjúkrarøktarfrøði 8,2, men í ár er tað 7,7. Á fólkaskúlalæraraútbúgvingini er talið lækkað úr 8,3 niður í 7,6. Í fjør skuldu tey, ið vildu lesa námsfrøði hava í minsta lagi 7,0 í miðal. Í ár er talið 6,3.

Ung, sum ikki eru sloppin inn á ynsktu útbúgvingina í Danmark hava nú møguleika fyri at søkja tøk lestrarpláss. Eitt yvirlit yvir tøk lestrarpláss, og hvussu mannagongdirnar eru fyri at søkja, sæst á www.vegleiding.fo. Dømi um útbúgvingar, har enn eru tøk pláss, eru Datalogi á DTU, Bygningsverkfrøði á Aalborg Universitet, og Musikvidenskab á Aarhus Universitet. Talið á tøkum lestrarplássum á Setrinum er ikki alment enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder