2026-06-20 13:25
Tórshavnar býráð hevur samtykt eina fríplássskipan, sum skal gera tað lættari at geva so nógvum børnum og ungum sum gjørligt møguleika at fáa tónleikaundirvísing á Tórshavnar musikkskúla.
Dentur er lagdur á, at tað skal vera so einfalt sum gjørligt at søkja um frípláss og at avslátturin skal gera mun fyri tey, sum hava tørv á honum, skrivar kommunan.
Leisturin verður tann, at húski, sum lúka treytirnar fyri at vera í fátækaváða sambært yvirlitinum hjá Hagstovu Føroya, kunnu søkja um og fáa frípláss til barnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald