Innanlands

Fleiri sáttmálar undirskrivaðir um umvæling av Glyvra skúla

Nú verður fari í holt við at umvæla fasadurnar eystur- og suðureftir – Í gjár vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Spf. Ingolf Hansen, Spf. Byggiverk og Spf. Málarameistarin Signar á Fríðufløtum um ávikavíst múrara, timbur- og málaraarbeiði

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2021-03-13 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Glyvra skúli varð tikin í nýtslu seinast í 50 árunum, og tá hildið varð, at bygningurin framhaldandi kundi og skuldi brúkast til skúlaskap, varð ein ætlan løgd fyri at bøta um hann í stigum.

Nakað av umvælingararbeiði er longu gjørt, og fríggjamorgunin vórðu fleiri sáttmálar undirskrivaðir um múrara, timbur- og málaraarbeiði.

Sambært Runavíkar kommunu eru áleið 2 mió. krónur brúktar árliga hesi seinastu árini. Øll tøkini eru skift og stórur partur av útveggjunum (vindeygu incl.) eru umvældir, bjálvaðir og málaðir. Nú verður í fyrsta umfari í hesi syftuni farið í holt við at umvæla fasadurnar eystur- og suðureftir.

Í gjár vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Spf. Ingolf Hansen, Spf. Byggiverk og Spf. Málarameistarin Signar á Fríðufløtum um ávikavíst múrara, timbur- og málaraarbeiði.

Sáttmálarnir kosta millum 800.000 og 900.000 krónur tilsamans, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder