Uttanlands

Fleiri mótmælisfólk latið lív í Iran

Landslutirnir Khuzestan og Lorestan eru raktir av ringasta turkinum í yvir 50 ár, og hetta hevur elvt til vatntrot

(Mynd: AFP/Twitter)

(Mynd: AFP/Twitter)

2021-07-26 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi trý fólk hava latið lív undir ógvusligum mótmælum móti vatntroti í Iranska Lorestan-landslutinum. Tað upplýsa iranskir miðlar sambært CNN. Sambært felagsskapinum The dissident Human Rights Activists News Agency (HRANA) er talan tó í minsta lagi um tíggju fólk, umframt at fleiri onnur eru vorðin særd.

Mótmælini byrjaðu fyri góðari viku síðani í útsynningslandslutinum Khuzestan, og síðani hava tey spreitt seg til grannalandslutin.

Landslutirnir eru í løtuni plágaðir av ringasta turkinum í yvir 50 ár, og hetta hevur elvt til streymslit, vatntrot, umframt trupulleikar við landbúnaðinum.

Tey trý, sum sambært iransku myndugleikunum hava latið lív, doyðu í býnum Aligoodarz í farnu viku.

Vitni, sum CNN hevur tosað við siga, at fólkini vórðu skotin av løgreglu- og trygdarfólkum. Myndugleikarnir siga tó, at tað eru "opportunistar" og "ófriðarfólk", sum standa aftanfyri, skrivar Ritzau.

Tvey ónevnd embætisfólk í Khuzestan siga eisini, eins og HRANA, at deyðstalið er hægri enn myndugleikarnir siga. HRANA sigur eisini, at handtøkur hava verið um alt Iran seinastu tíggju dagarnar í sambandi við mótmælinum. Tilsamans eru 102 persónar handtiknir.

Í farnu viku sóust eisini sjónbandaupptøkur á sosialu miðlunum, har iransk trygdarfólk brúktu táragass móti mótmælisfólkum í Teheran, sum høvdu savnað seg frammanfyri innlendismálaráðið í høvuðsstaðnum Teheran.

Fríggjadagin heitti Michelle Bachelet, hásendiharri hjá ST í mannarættindamálum, á Iran um at gera nakað við vatntrotið í staðin fyri at leggja eftir mótmælisfólkunum.

Talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum sigur tó, í svari til áheitanina, at talan er um falskar ákærur, sum byggja á "skeiva kunning".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder