Innanlands

Fleiri harðskapsmál á ólavsøku

Løgreglan kannar í løtuni tey fýra málini - ólavsøkuaftan var talan um grovan harðskap. Annars hevur løgreglan, saman við samarittunum, syrgt fyri, at tey ið vórðu ov full fingu hjálp

2021-07-30 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru ógvuliga nógv fólk í høvuðsstaðnum í ólavsøku, og løgreglan hevði úr at gera. 

Sí eisini: 
Myndir: Óskipaði midnáttarsangurin savnaði nógv fólk
Video: Rungar á Vaglinum

Viðvíkjandi tí at hjálpa fullum fólki, ið høvdu fingið ov nógv niðurum - ið er ein vanligur partur av ólavsøkuni hjá løgregluni - var ógvuliga góð hjálp at heinta frá samarittunum, tí tey tóku sær av meginpartinum av slíkum støðum, boðar løgreglan frá. 

Størri mál vóru eisini. Tvey grov harðskapsmál vóru ólavsøkuaftan, og í nátt vórðu tvey harðskapsmál í býnum fráboðaði. Løgreglan kannar nú hesi málini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder