Innanlands

Fleiri handtøkur í rán- og rúsevnamáli

Fýra mans verða grundlógaravhoyrdir seinnapartin – Teir eru skuldsettir fyri smugling av rúsevnum og ráni móti einum persóni í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-22 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur handtikið fýra mans, sum eru ávikavíst 23, 24, 28 og 46 ára gamlir. Handtøkurnar eru framdar í Føroyum og í Danmark.

Allir verða teir skuldsettir fyri brot á revsilógina viðvíkjandi smugling av rúsevnum og viðvíkjandi ráni móti einum persóni í Føroyum.

Menninir verða framstillaðir í grundlógaravhoyring í Føroyarætti seinnapartin klokkan 13.15.

Við atliti til avgerð í Føroya Rætti, og víðari kanningararbeiði, ber fyribils ikki til at kunna meira um málið, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder