Innanlands

Fleiri fráboðanir um smávegis vindskaðar

Eingin fráboðan komin um nakra trampolin, sum skal vera farin á flog

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-11-20 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvur vindur hevur verið kring landið í dag, og nú í kvøld øtlaði hann uppaftur meira. Í nátt og út á dagin í morgin verður eisini nógvur vindur.

Á politistøðini byrjaðu fráboðanir um skaðar at koma meira javnan um átta tíðina.

Vakthavandi upplýsir, at tað byrjaði í Suðuroynni, men fleiri fráboðanir eru nú eisini komnar í meginøkinum. Enn er kortini einki komið úr Norðoyggjum.

Vakthavandi á løgreglustøðini í kvøld upplýsir, at talan er um smærri skaðar. Vegaskelti, sum eru farin í vindinum, takplátur og vindskeiðir, sum eru farnar umframt byggiplásshegn.

Nógv hevur verið tosað um trampolinir, men løgreglan hevur onga fráboðan fingið um nakra trampolin, sum skal vera farin á flog.

Síggj veðurforsøgn her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder