Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í gjár

Ein bilur fór útav á Oyggjarvegnum, ein helt ikki neyðugu frástøðuna á Sundvegnum, og ein bakkaði í ein annan bil

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-16 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um ferðsluóhapp. Talan var tó ikki um nakað, sum hevði fólkaskaða við sær.

Beint fyri klokkan átta týsmorgunin varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum. Ein bilur fór útav vegnum og fór síðani á rull oman í hagan. Bilurin fekk nógvan skaða, men bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða.

Bilførarin viðgekk at hava verið óansin, tá hann koyrdi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein tíma seinni, klokkan níggju var eitt ferðsluóhapp á Sundsvegnum í Havn.

Har hevði ein bilførari ikki hildið neyðugu frástøðuna, og tí rendi hann á ein annan bil, sum steðgaði við ferðsluljósini. Hetta fær bilførarin eitt klipp fyri.

Seinnapartin, tá klokkan var umleið 17, fekk løgreglan eina fráboðan frá eigaranum av einum bili, sum ynskti hjálp at seta seg í samband við ein, sum hevði borið við bil hansara í sambandi við bakking og var síðani farin av staðnum.

Løgreglan fann fram til bilføraran og eigaran av bilinum. Partarnir vórðu vístir til tryggingina, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at skaðarnir vóru fáir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder