Innanlands

Fleiri enn 20 fólk í sóttarhaldi

Tey trý ferðafólkini, sum fingu staðfest korona um vikuskiftið eru nú í sóttarhaldi, og tað sama eru tey, sum sótu nær við tey í flogfarinum

Ferðafólkini, sum nú hava fingið staðfest korona, vórðu kannaði á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Ferðafólkini, sum nú hava fingið staðfest korona, vórðu kannaði á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-20 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í Føroyum. Talan var um eina útlendska familju, sum var komin til Føroya við flogfari leygardagin.

Tá eitt ferðafólk fekk staðfest smittuna fyri tveimum vikum síðani, vísti tað seg, at talan var um eina gamla smittu, og varð viðkomandi staðfestur frískur aftur tveir dagar seinni. Í hesum førinum er tó talan um eitt virkið virus.

Sambært Kringvarpinum eru fólkini nú avbyrgd í einum húsum, sum tey høvdu leigað í Føroyum. Har skulu tey vera í sóttarhaldi komandi tvær vikurnar.

Fólkini, sum sótu nær við familjuna í flogfarinum hava eisini fingið boð um at halda seg burtur frá øðrum í 14 dagar.

Nýggjastu hagtølini hjá corona.fo vísa eisini nú, at fleiri enn 20 fólk eru í sóttarhaldi.

28.927 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder