2026-10-14 12:54
Strandferðslan boðar nú frá fleiri avlýsingum orsakað av illveðrinum.
Umframt at siglingin er avlýst á Suðuroyarleiðini, Kalsoyarleiðini, Svínoyar- og Fugloyaleiðini og Skúvoyarleiðini, eru fleiri bygdaleiðir eisini givnar at koyra.
Leiðirnar, sum eru givnar at koyra vegna verður, eru 700, 701, 506, 600, 601, 100, 200, 201, og 202.
Leið 410 koyrir heldur ikki í løtuni orsakað av skriðulopinum á Fuglafjarðarvegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald