Innanlands

Fleiri bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

Umframt at fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, fingu sjey klipp fyri ikki at hava børnini í trygdarbelti, og ein varð tikin fyri at koyra ávirkaður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-22 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Norðoyggjum og í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.

Fýra bilførarar koyrdu ov skjótt, og tveir av teimum fingu klipp.

Tveir koyrdu ávikavíst 88 og 75 kilometrar um tíman í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman, og tveir koyrdu ávikavíst 109 og 116 í óbygdum øki, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Løgreglan kannaði eisini ferðsluna við tveimum skúlum, og har fingu sjey bilførarar klipp fyri ikki at hava børnini í trygdarbelti.

Seint í gjárkvøldið varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hann hevði heldur einki koyrikort, so hann er eisini skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder