Mentan

Fjórði filmur hjá Hlyni í Filmsfelagnum

Íslendski filmurin, “Ástin, sum eftir er”, kann síggjast í Havnar Bio mikukvøldið

2026-01-08 09:26 Author image
Innsent
placeholder

Fjórði filmur hjá íslendska Hlyni Pálmasyni er “The Love That Remains”. Filmsfelagið sýnir hann mikudagin.

 Tá hjúnarlagið millum sjómannin Magnús og listakvinnuna Onnu syndrast, mugu tey bæði og børnini, sum eru trý, finna nýtt fótafesti í gerandisdegnum. Við nærløgdum lýsingum, og ikki sørt av skemti, lýsir filmurin “The Love That Remains” eitt húski, sum broytir skap, og tey mongu minni, sum enn knýta tey saman.

Hetta er nýggjasti filmur hjá íslendska leikstjóranum, Hlyni Pálmason (f.1984). Upprunaheitið er “Ástin sum eftir er” og uttan fyri Ísland verður filmurin syndur undir heitinum “The Love That Remains”. Fyrru filmarnar, ”Vetrarbrøður” (2017), ”Hvítur, hvítur dagur” (2019) og ”Vanskabte land” (2022) hava allir verið vístir í Filmsfelagnum.

[object Object]
Hlynur Pálmason

Hlynur Pálmason var við í Geytadómsnevndini í 2018, tá Trygvi Danielsen vann Geytan fyri filmin ”111 góðir dagar”. Myndin av Hlyni er tikin við tað høvið. Hlynur hevur vunnið tríggjar Edda virðislønir heima í Íslandi, og fekk í 2018 donsku Th. Dreyer virðislønina. Hann er útbúgvin á Danska Filmskúlanum í 2013. 

Filmurin er á íslendskum við donskum undirteksti.

Filmsfelagið vísir “Ástin, sum eftir er/The Love that Remains” í Havnar Bio mikudagin 14. januar klokkan 20  

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder