Innanlands

Fjarhitin breiðir seg í høvuðsstaðnum

Upp á tíggju ár er talið av brúkarum tvífaldað úr 700 til 1400

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-11 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnu árini hevur Fjarhitafelagið í Havn víðkað munandi um fjarhitaleiðingina ígjøgnum høvuðsstaðin – millum annað til økið í Gundadali og á Hálsi.

Tórsvøllur og stóru bygningarnir í hesum økinum eru so við og við komnir upp í fjarhitaskipanina, sum varð løgd oman í Gundadal í februar 2018 og víðari oman eftir Hoydalsvegnum, har SMS, Tjaldurs Apotek og Finsen eru knýtt í fjarhitaleiðingina.

Aðrir bygningar í økinum Gundadalur og á Hálsi, eru t.d. Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllin á Hálsi og Svimjihøllin.

Seinastu tíggju árini er talið av brúkarum hjá Fjarhitafelagnum tvífaldað úr 700 upp í 1.400 brúkarar.

Fjarhitafelagið fekk upprunaliga hita frá kommunalu brennistøðini á Hjalla. Síðan er Sundsverkið knýtt uppí, tað letur sín yvirskotshita til fjarhitaskipanina. Skjótt verður orka frá biogassverkinum eisini knýtt í skipanina.

Í nýggja filminum sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, at ætlanin er eisini at fáa vindorku og sjógvhita við í skipanina í framtíðini.

Tórshavnar kommuna og Sev eiga Fjarhitafelagið í felag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder