Innanlands

Fiskidagar til 5B til fyrstu viðgerð

Fýra mál til viðgerðar á tingfundi í dag

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2026-08-05 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið er nú liðugt við umrøðuna av setanarrøðuni, sum Beinir Johannesen, løgmaður, helt á ólavsøku.

Í dag byrjar so ‘vanliga’ tingarbeiðið, nevniliga viðgerðir av lógaruppskotum.

Tingið varð sett klokkan 10 og á skránni eru fýra fyrstu viðgerðir.

Fyrsta mál á skránni er nógv urødda málið, sum Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur lagt fram um at geva ikki fult riknum útróðrarbátunum í bólki 5B 750 fiskidagar afturat, so at teir kunnu sleppa at halda fram við fiskiskapinum í ár.

Annað mál á skránni er eitt uppskot frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um at hækka játtanina til Taks við 2,5 milliónum krónum, so at stovnurin kann halda fram við at menna nýggja KT-skipan til barsilsskipanina.

Hini bæði málinu eru uppskot frá Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum, ið snúgva seg um at bøta korini hjá fólki, ið eru rakt av hækkaða oljuprísinum. Málini snúgva seg um tíðaravmarkaða hækking av ferðastuðulin og hækking av oljuískoytinum til húski í láglønarbólkinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder