Innanlands

Fipurkaðal á Húsareyni grivin av

Enn ber ikki til at siga nær tænasturnar rigga aftur

2021-05-03 15:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Av tí at ein fipurkaðal er grivin av á Húsareyni eru stórir partar av fjarskiftistænastunum hjá televeitarunum í Føroyum ávirkaðar í løtuni.

Tað sigur NET í fráboðan um kaðalbrekið, sum elvir til at kundar hjá Nema hava trupulleikar við farnetinum og breiðbandi.

NET arbeiðir av øllum alvi at loysa brekið, men fær í løtuni ikki sagt, nær tænasturnar rigga aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder