Innanlands

Fingu túsund krónur í bót

Útlendingarnir, sum vórðu handtiknir í sambandi við springaradrápið í Hvalvík í farnu viku, hava fingið túsund krónur í bót

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-01 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir útlendingar, sum vórðu handtiknir í sambandi við springaradrápið í Hvalvík í farnu viku, hava fingið túsund krónur í bót í part fyri brot á grindalógina.

Teir fóru inn um girðingina, sum sýslumaðurin hevði sett, men gjørdu, sum skilst, ikki annað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Útlendingarnir, sum vóru evropearar, vórðu handtiknir mánakvøldið. Teir hava góðtikið bótina og eru ikki vístir av landinum, verður lagt afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder