Mentan

Fimm føroyskir tónleikarar á Iceland Airwaves

Talan er um Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex

Guðrið Hansdóttir verður millum tey, sum skulu framføra á íslendaska festivalinum í ár (Savnsmynd)

Guðrið Hansdóttir verður millum tey, sum skulu framføra á íslendaska festivalinum í ár (Savnsmynd)

2022-06-29 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Fyri stuttum komu vit heim aftur eftir at hava verið við á The Great Escape, sum eydnaðist serstakliga væl, og sum fýra føroyskir tónleikarar settu sín dám á – ein serliga góðan dám á. Nú bera vit tey stóru gleðiboðini, at Føroyar verða umboðaðar av fimm tónleikarum á almennu skránni fyri Iceland Airwaves í ár.

Soleiðis skrivar Faroe Music Export í tíðindaskrivi í dag.

– Iceland Airwaves er eins og The Great Escape ein ógviliga væl umtóktur vinnu- og tónleikafestivalur, sum førir nógvar tónleikarar fram á pall – bæði úrvaldar evnaríkar og kendari tónleikarar, sum nærkast at mynda yvirskriftir í Evropa. Festivalurin er í Reykjavik og varir í tríggjar dagar við høvuðsdenti á at gera vart við nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða. Iceland Airwaves dregur hvørt ár stóra fjøld av vanligum áhoyrarum, nógva tónleikavinnu og nógvar tónleikamiðlar úr stórum parti av heiminum. Festivalurin hevur fleiri ferðir havt stóran týdning í fyrsta stignum á yrkisleiðini hjá mongum stórum tónleikarum.

Nógv stór nøvn hava spælt á Iceland Airwaves, og millum tey eru Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, og Vampire Weekend.

Umframt konsertirnar verða ráðstevnur hildnar um dagin, sum fevna um áhugaverd pallborð, tíðarbært kjak, høvuðsrøðarar og ørgrynni av netverksmøguleikum.

Tey føroysku nøvnini, sum fara at framføra á festivalinum eru Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex.

[object Object]

– Allir tónleikarar spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum, sigur Glenn Larsen, sum leiðir FMX (Faroe Music Export.).

– Onnur konsertin er fyribils ikki sett í skránna, hin verður á tí ógviliga sentrala spælistaðnum Iðno. Her fara vit at hava okkara egna tiltak bara við føroyskum tónleikarum á pallinum. Hetta tiltakið verður partur av almennu skránni. Kanska fer tað eisini at bera til hjá einstøkum tónleikarum at spæla eina ella fleiri konsertir umframt hesar báðar, men tað er ikki sett inn ella váttað enn.

Glenn Larsen leggur afturat, at FMX hevur bjartar vónir um føroyskan tónleikaútflutning:

– Slóðin, vit løgdu eftir okkum á The Great Escape, er bara ein av mongum, og vit gleða okkum stórliga at navnkenna allar hesar føroysku tónleikararnar á Iceland Airwaves. Føroyski tónleikapallurin er í góðum ráki, og fleiri forvitnislig tíðindi eru í væntu – eisini fyri festivalin í Reykjavík. Vit eru á góðum staði, og nógv áhugavert hendir.

Bókingarstjórin hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur soleiðis í einari viðmerking:

– Eg havi fylgt føroyska tónleikapallinum seinastu tíggju árini, og tað er sera spennandi at síggja, hvussu langt tey eru komin seinastu tíggju árini. Eg veit, at eg tosi fyri tey flestu í toyminum her, tá eg sigi, at ein av okkara yndisfestivalum er G! festivalurin í Føroyum. Tað er nakað, tú má uppliva í tínari livitíð.

– Toymið handan Iceland Airwaves gleðir seg veruliga at bjóða okkara grannum vælkomin á festivalin í ár og lata gestum okkara síggja eitt sindur av, hvat hendir á hesum skjóttvaksandi og spenanndi pallinum.

Iceland Airwaves er í ár frá 3. til 5. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder