Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið til staðar á bátastevnuni í Vestmanna og kannað ferðsluna í hesum sambandi. Úrslitið av teimum kanningunum var, at fimm bilførarar vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring.
Fýra bilførarar vórðu tiknir fyrrapartin í gjár, og fimti bilførarin varð tikin í morgun.
Í øllum førum var talan um bilførarar, sum høvdu sovið rúsin av sær og hildu, at promillan var undir tí loyvda, men so var kortini ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin heitir tí á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey koyra, tí promillan kann vera hægri enn væntað.
Løgreglan er til staðar í Vestmanna í dag, og møguleiki verður fyri at blása í alkometrið fyri at kanna, um mann er førur fyri at koyra heim ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald