Innanlands

Fimm ár uttan burturkast

Á evniskvøldinum um burturkast, sum verður í Reinsarínum í kvøld, fer m.a. Døgg Durhuus, sum hevur livað fimm ár uttan burturkast, at greiða frá zero waste lívsstílinum

Døgg Durhuus

Døgg Durhuus

2021-05-05 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu verður evniskvøld um burturkast á Reinsarínum í kvøld kl. 19.

Á evniskvøldinum kemur eitt nú Døgg Durhuus at greiða frá zero Waste lívsstílinum. Seinastu fimm árini hevur hon nevniliga livað heldur øðrvísi enn tey flestu á tann hátt, at hon hevur nærum einki burturkast.

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

  • "Skilir tú?". Fyrilestur við Beintu Højgaard Thomsen, Umhvørvisfólki á Kommunalu Brennistøðini.
  • "5 ár uttan burturkast". Fyrilestur við Døgg Durhuus, sivilverkfrøðing.
  • "Ábyrgd". Fyrilestur við Ingilín Strøm.
  • Livandi tónleikur við Marius Ziska.
  • Umhvørvisstuðulin verður latin, somuleiðis Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá etika.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder