Mentan

Filmsfelagið byrjar aftur

Bergman og Lykke-Per eru fyrstu filmar, sum Filmsfelagið vísir í heyst

2018-08-13 09:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bergman 100

Mikudagin 22. august fer Filmsfelagið undir heystskránna. Tá fer Anton Petersen, filmsleikstjóri, at innleiða nýggja heimildarfilmin  “Bergman - eitt ár, eitt lív”. Filmurin er um Ingmar Bergman, og orsøkin til at Filmsfelagið frumsýnir henda film í Føroyum er, at 14. juli vóru 100 ár liðin síðan Bergman varð borin í heim í Uppsala í Svøríki.

Anton Petersen

Tað er 50 ára gamla Jane Magnusson, sum er virðisløntur journalistur og filmummælari á Dagens Nyheter, ið hevur gjørt filmin við støði í virkseminum hjá Bergman í árinum 1957. Filmurin varð frumsýndur í Cannes í mai í ár og hevur fingið bestu ummæli, har hann síðan hevur verið vístur.

Ingmar Bergman andaðist 89 ára gamal hin 30. juli í 2007 á svensku oynni Fårö, har hann eisini er grivin. Høvið at vísa filmin í Filmsfelagnum er sostatt 100 ára minnið um Bergman. Bara ein sýning verður av nýggja Bergmanfilminum, nú Filmsfelagið fer undir heystskránna.

Lykke-Per

Annar mikudagsfilmurin í heystskránni hjá Filmsfelagnum er danski bókmentaklassikarin, “Lykke-Per”, sum Bille August hevur gjørt til film. Eyðun Johannesen, sum stovnaði Filmsfelagið í Havnar Bio í 1962, man var tann persónur, ið hevur gjørt “Lykke-Per kendan á sjónleikarapalli eisini. Dorthe Pedersen, ið er lektari á Glasir, og lærari í donskum og heimspeki, fer at innleiða frumsýningina, sum er í Filmsfelagnum mikukvøldið 29. august kl 19:30. Filmurin hjá Bille August byggir á kendu søguna hjá Henrik Pontoppidan.

Dorthe Pedersen

Samstarv við Norðurlandahúsið

Sýningarnar hjá Filmsfelagnum hava seinastu árini verið í Havnar Bio. Men tá Filmsfelagið aftur fer at hava Filmsdagar í Felag 5.-9. september, verður eisini samstarvað við Norðurlandahúsið. Evnið áFilmsdøgum í Felag er í ár kvinnur á filmi. Sum partur av hesi skrá fer Norðurlandahúsið at vísa nýggja danska filmin “Wonderful Copenhagen”, sum m.a. viðger evnið trafficking.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar og til ber hjá teim møttu at skjóta upp nýggjar biograffilmar at vísa. Eisini ber til at skjóta upp, hvør skal innleiða eina sýning í Filmsfelagnum og fáa atgongumerki afturfyri.

Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder