Innanlands

Ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin

Langar bíðirøðir við tunnilsmunnarnar í løtuni. Løgreglan er á staðnum og leiðir ferðsluna

2020-12-01 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk klokkan 15:20 fráboðan um eitt ferðsluóhapp uttan fyri Norðskálatunnilin, Norðskálamegin.

Talan er um frontalan samanstoyt millum tveir bilar. Tveir sjúkrabilar fóru av staðnum fyri løtu síðani, og sløkkiliðið arbeiðir nú við at rudda vegin.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, letur onnur farbreytin upp um eina løtu. Løgreglan er á staðnum og leiðir ferðsluna.

Sum skilst eru langar bíðirøðir í báðum endum av tunlinum.

Løgreglan kennir ikki støðuna hjá teimum trimum persónunum, sum sótu í teimum báðum bilunum.

Dagført kl. 16:02

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder