2026-05-20 17:38
Seint seinnapartin sóust og hoyrdist sjúkrabilur á eystara armi av Skálafjørðinum, og ferðslan var tarnað.
Løgreglan hevur ikki so nógvar upplýsingar um støðuna, men talan var um eitt ferðsluóhapp tætt við innkoyringina til Lamba.
Tveir sjúkrabilur komu á staðið, og nøkur fólk vórðu flutt til kanningar.
Ikki er greitt, hví óhappið hendi, og júst hvussu stórir skaðar vóru.
Eftir eina løtu var koyrandi aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald