Innanlands

Ferðsluóhapp norðanfyri Hvítanes

Ein bilur steðgaði fyri seyði, og annar bilur rendi á. Sum skilst er eingin álvarsligur fólkaskaði

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2019-09-12 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir

Um níggju tíðina í morgun var eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Hvítanes.

Ein bilur bremsaði upp, tí seyður var á vegnum, bilurin, sum koyrdi aftanfyri rendi á fremsta bilin, og úrslitið var, at fremsti bilurin fór útav vegnum.

Sum skilst vóru bara tveir persónar í óhappinum, og eingin teirra hevur fingið nakran álvarsligan skaða, men kortini vórðu teir koyrdir á landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er, tá slíkt hendir.

Eini bilurin var so illa farin, at nummarplátan varð tikin av honum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

placeholder
placeholder