placeholder
Innanlands

Ferðsluóhapp í Skálabotni

Fyrrapartin var eitt ferðsluóhapp við Effo-støðina í Skálabotni, og í hesum sambandi var vegurin stongdur eitt tíðarskeið – Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið, men hvussu stórur skaði stóðst av óhappinum vita tey ikki at siga á løgreglustøðini

Soleiðis sá bíðirøðin út á middegi

Soleiðis sá bíðirøðin út á middegi

2022-07-25 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan 11 fyrrapartin varð eitt ferðsluóhapp við Effo-støðina í Skálabotni.

Í hesum sambandi varð vegurin stongdur eitt tíðarskeið, og hevur løgreglan síðani leitt ferðsluna gjøgnum økið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Talan er, sum skilst, um ein bil, sum koyrdi út fyri annan bil, men hvussu stórur skaði stóðst av hesum veit vakthavandi ikki at siga.

Sjúkrabilur, løgregla og sløkkilið vórðu send á staðið. Olja kom á vegin, og hevur Landsverk eisini verið og ruddað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder