2020-02-14 09:10
Beint eftir klokkan átta í morgun fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Dalavegnum við Marknagilsvegin í Havn.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eitt lítið óhapp við tveimum bilum, har tann eini ikki helt víkiskylduna. Slíkt gevur vanliga eina bót.
Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu eitt sindur av skaða.
Annars verður upplýst, at náttin hjá løgregluni hevur verið stak friðarlig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald