Innanlands

Ferðsluóhapp á Glyvursvegnum á Argjum

Løgreglan og sjúkrabilar eru á staðnum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-07 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sirenir hoyrdust fyri løtu síðani í Havnini, har eitt ferðsluóhapp er hent á Glyvursvegnum á Argjum.

Óhappið hendi fyri stuttari løtu síðani, og í løtuni er ikki heilt greiða komin á júst hvat er hent ella um talan er um meiri enn ein bil, sum er við í óhappinum.

Løgreglan og sjúkrabilar eru á staðnum, og sum myndin vísir, hevur bilurin fingið stóran skaða.

placeholder
placeholder