2020-06-25 15:02
            
        
         
                
            Áleið klokkan 13.30 hendi eitt ferðsluóhapp á Giljanesi. Tveir bilar vóru íblandaðir, men vakthavandi á løgreglustøðini kundi ikki siga, júst hvat var hent.
Tað tók áleið 25 minuttir hjá patraljuni á staðnum, og tá var vegurin heilt ruddaður. 
Ein av persónunum, ið var íblandaður í ferðsluóhappinum varð koyrdur á Landssjúkrahúsi. Viðkomandi hevði eitt brotið handlið. 
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald